Ítróttur

Hæddarpunkt: Hita upp til B36 dystin í kvøld

B36 skal í Europa League-eldin í kvøld

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-12 12:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klokkan 19 í kvøld skal B36 aftur í Europa League-eldin, tá teir taka ímóti OFK Titograd úr Montenegro.

B36 vann seg víðari í Europa League kappingini, eftir at felagið spældi tveir 1-1 javnleikir móti St. Joseph’s úr Gibraltar, og at enda vunnu brotssparkskapping á útivølli.

Í B36 leguni verður dúgliga fyrireika til dystin í kvøld, og felagið ger eisini sítt til at fjeppararnir kunnu gera seg klárar til dystin.

Á facebookvanga sínum bjóðar felagið fjepparum sínum at hita upp til dystin við at hyggja eftir hæddarpunktini frá seinna dystinum móti St. Joseph’s. tá havnarliðið spældi seg víðari til fyrsta innleiðandi umfar í kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder