Uttanlands

Týskur dómstólur: Puigdemont kann vera útflýggjaður til Spania

Týski ríkisákærin skal nú avgera, um útflýggjanin til Spania skal gerast

Fyrrverandi katalanski leiðari Carles Puigdemont (Mynd: EPA)

Fyrrverandi katalanski leiðari Carles Puigdemont (Mynd: EPA)

2018-07-12 12:29 Author image
Oda Strøm

Fyrrverandi katalanski leiðarin Carles Puigdemont kann nú útflýggjast til Spania fyri ákærur um misnýtslu av almennum peningi.

Tað upplýsir týski domstólurin í Slesvig-Holstein, sum hevur havt málið um Puigdemont um hendi. 

- Rætturin avgjørdi í morgun, at ein útflýggjan grundað á ákærurnar um misnýtslu av almennum peningi er lóglig, segði ein talsmaður fyri dómstólin sambært DR. 

Ákærurnar um misnýtslu av almennum peningi verða brúktar í sambandi við fólkaatkvøðuna, sum varð hildin í Katalonia í fjør. 

Fólkaatkvøðan varð søgd ikki at vera í samsvar við stýrisskipanina, beint áðrenn hon varð hildin, og tí var hon ólóglig. Harvið hevði táverandi sjálvstýrisstjórnin, sum Puigdemont varaði av, ikki heimild til at brúka almennan pening uppá at halda fólkaatkvøðuna um, um Katalania skuldi gerast sjálvstøðug tjóð ella ei. 

 

placeholder
placeholder