Uttanlands

NATO hevur bjóðað Makedonia í verjusamgonguna

Treytin er, at fólkið góðtekur at eita Lýðveldið Norðurmakedonia

NATO hevur bjóðað Makedonia í verjusamgonguna

Uttanríkisráðharrarnir í Norðurmakedonia og Grikkalandi skrivaðu undir avtaluna um navnabroyting fyri áleið einum mánað síðani (Mynd: EPA)

2018-07-12 12:51 Author image
Ari av Rana

Limalondini í NATO hittast í hesum døgum í Brússel, og á fundinum varð í gjár avgjørt at bjóða Makedonia við í verjusamgonguna. Limaskapurin er tó treytaður av, at fólkið í landinum góðtekur at eita Lýðveldið Norðurmakedonia.

Orsøkin til treytina er, at Grikkalandi ikki góðtekur, at Makedonia fær limaskap við verandi navni. Grikkaland heldur fast í at Makedonia er eitt staðarnavn, sum hoyrir til eitt øki í norðara parti av Grikkalandi.

placeholder
placeholder