Uttanlands

Merkel er ósamd: 1,5% er nokk

Trump heldur at Týskland og onnur NATO-lond eiga at brúka meiri uppá verju

Týski kanslarin, Angela Merkel (Mynd: EPA)

Týski kanslarin, Angela Merkel (Mynd: EPA)

2018-07-12 13:33 Author image
Ari av Rana

Til morgunmatin í Brússel í gjár, har øll NATO-londini eru samlaði, legði Donald Trump, forseti í USA, eftir hinum NATO-londunum og serliga Týsklandi, fyri ikki at brúka nokk av bruttotjóðarúrtøkuni uppá verju.

Men týski kanslarin, Angela Merkel, hevur fyribils ongar ætlanir um at lurta eftir ynskinum hjá amerikanska forsetanum. Tað hevur hon fyrr sagt við týska tjóðartingið, skrivar Danmarks Radio.

Donald Trump ynskir at øll limalondini skulu brúka minst 2% av bruttutjóðarúrtøkuna uppá verju. Týskland brúkar í løtuni 1,24% uppá verju, men hevur sett sær fyri at økja talið til 1,5% innan 2025.

placeholder
placeholder