Ítróttur

Alvi og Magnus svumu seg í finalur

Tríggir føroyingar luttaka í donsku meistarakappingini í svimjing

2018-07-12 14:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danska meistarakappingin í svimjing á langgeil eru í hesum døgunum í Odense. Tríggir føroyingar luttaka á stevnuni. Alvi Hjelm, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen eru allir við í meistarakappingini.

Magnus Jákupsson svam seg í DM-finaluna í 50 metrar ryggsvimjing við tíðini 26.38 sekund. Hetta var besta tíðin av øllum 16, sum royndu seg í morgun, skrivar svimjing.com. Alvi Hjelm er beinleiðis víðari til besta riðil í 400 metrar blandið, menðan Frans Johannesen gjørdist akkurát ov stuttur, tá hann svam 100 metrar frí við tíðini 52.28 sek. Hetta rakk til eitt 9. pláss av 21 luttakandi.

Finalan hjá Magnusi í 50 metrar rygg og Alva í 400 metrar frí verða nú seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder