Uttanlands

Nýggj grønlendsk sjónvarpslýsing upptikin í Føroyum

Grønlendska telefyritøkan Tusass hevur millum annað vitjað í Føroyum í nýggju sjónvarpslýsing teirra

2018-07-12 20:23 Author image
Oda Strøm

Vakra sjónvarpslýsingin, "Vit hoyrast í norðurlondum", ið millum annað er upptikin í Føroyum, eigur Tusass.

Tusass er brand undir stóru grønlendsku fyritøkuni Tele-Post, sum bæði er telefyritøka og postverk í Grønlandi. Kristian Davidsen, sum er fyrrverandi stjóri í Føroya Tele, er í dag stjóri hjá Tele-Post og Tusass.

Sjónvarpslýsingin er upptikin í flestu norðurlendsku londunum, sum nýggja grønlendska roaming-tænastan fevnir um. Men vøkru myndirnar úr Føroyum síggjast væl aftur.

Grønlendska modellin, sum m.a. vitjar Føroyar í lýsingini, hevur siðbundnar inuit-tatoveringar á bæði hondum og andliti. Hetta er ein fleiri túsund ára gamal siður hjá grønlendingum, sum danir steðgaðu, tá teir koloniseraðu Grønland á sinni. Nú tjóðskaparrørslan aftur veksur í Grønlandi, er gamli siðurin við at vinda uppá seg aftur millum grønlendingar.

Tað er filmsfyritøkan Censure, sum hevur upptikið lýsingina saman við føroyska marknaðarleiðarunum hjá Tusass, Eiler Fagraklett.

placeholder
placeholder