Ítróttur

Chelsea hevur ongan venjara

Antonio Conte er ikki venjari í London felagnum longur

Antonio Conte

Antonio Conte

2018-07-12 16:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Antonio Conte er ikki venjari í Chelsea longur. Tað visti Sky Sports Italy at siga fyri løtu síðani.

Antonio Conte hevur verið venjari í Chelsea seinastu tvey kappingarárini og førdi felagið til enska meistaraheitið í sínum fyrsta árið sum venjari. Næsta kappingarárið gjørdist nógv truplari, og felagið endaði á fimta plássi. Felagið vann tó ensku steypakappingina, The FA Cup.

Nú boðar Sky Sports Italy frá, at Conte er farin frá sum venjari, hóast hann hevði eitt ár eftir av sáttmálanum.

Tað sigst, at Maurizio Sarri fer at taka yvir sum venjari í Chelsea. Sarri er í løtuni venjari í Napoli, sum hevði eitt framúr ár í italsku Seriu A. Forsetin  í Napoli, Aurelio De Laurentiis segði mikudagin, at Sarri var sera nær við at taka yvir í Chelsea.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder