Ítróttur

Michal Przybylski kortini ikki tøkur - Hetta er øgiliga tungt

Eitt pappír manglaði í, fyri at nýggji leikaran hjá B36 kundi verða við í kvøld

Michal Przybylski kann ikki verða við í hópinum í kvøld, men noyðist at sita á áskoðaraplássinum og hyggja at(Mynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski kann ikki verða við í hópinum í kvøld, men noyðist at sita á áskoðaraplássinum og hyggja at(Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-12 18:48 Author image
Agnar Frederiksen

Fyri tveimum vikum síðani kunngjørdi B36, at felagið hevði leigað ársins stjørnuskot í føroyskum fótbólti seinasta ár, Michal Przybylski, fyri restina av kappingarárinum. Fyrsti dysturin hjá álopskenda leikaranum skuldi verða í kvøld her í Gundadali í Evropa League ímóit OFK Titograd. Men soleiðis skuldi ikki verða.

Vit prátaðu við ein sera vónbrotnan 20-ára gamlan leikara fyri lítlari løtu síðani í B36-húsinum: 

- Hetta er øðiliga tung. Eg havi vant við fram ímóti dystinum sum vanligt, og eg skuldi verða við í hópinum. Men klokkan trý í dag fái eg so boð um, at alt ikki var komið uppá pláss, so eg verði noyddur at sita úti hesar báðar dystirnar. Tað er strævið, men tað broytir ikki so nógv fyri liðið, og tá má verða soleiðis. 

Michal greiður soleiðis frá, tá vit spurdu hvat trupulleikin var: 

 Tað er mær vitandi eitt pappír millum B36 og felagið niðri í Póllandi, har tað manglar ein undirskrift. Talan er um eitt alment pappír, sum skuldi inn til polska fótbóltssambandið, og sum skuldi góðkennast har. Tað skuldi koma uppá pláss í góðari tíð, men tað kom nakrar tímar ov seint

Sambært B36 so fór felagið beinanvegin í gongd við at fáa pappírsarbeiði uppá pláss, men eitt flytingarbann hjá Widzew Lodz, og seint arbeiði í einari deild hjá pólska fótbóltssambandinum gjørdi, at seinasta loyvi ikki kom uppá pláss fyrrenn á midnátt. Hetta var ov seint til freistna, sum var fyri at Michal kundi spæla í hesum umfarinum. Tíbetur kom pappíri áðrenn freistina, so at Michal kann spæla fyri B36 í seinnu hálvu, og eventuelt um B36 kemur víðari. 

Her er liðið hjá B36: https://dagur.fo/fleiri-broytingar-a-b36-lidnum 

Fyrsta bríksl ímillum B36 og OFK Titograd er klokkan 19.00 í Gundadali

placeholder
placeholder