Ítróttur

Málleysur javnleikur í Gundadali

Eitt flott B36 avrik gjørdi, at Titograd einki virðismikið útivallarmál fekk

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-12 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 fekk eitt fornuftigt útgangstøði og eitt fínt úrslit fyri føroyskan fótbólt, tá OFK Titograd úr Montenegro vitjaði í Gundadali í kvøld. Tað endaði við málleysum javnleiki, og tískil fekk steypavinnarin úr Montenegro einki útivallarmál við sær.

Tað var OFK Titograd, um legði betri út í Gundadali, og við nøkrum deyðbóltum og innleggum fingu teir lagt eitt ávít trýst á málið hjá Róa Mørk Hentze fyrstu minuttirnar. Tað var serliga við deyðbóltum, at liðið úr Montenegro hótti í 1.hálvleiki.

B36 kom skjótt væl inn í dystin; heimaliðið fekk fatur á bóltinum, flutti hann væl, vann nógvar nærdystir og 2.bóltar, og skapti nakrar góðar støður. Har kom tó einki mál í 1.hálvleiki, har tað leikaði javnt á, men B36 var kanska  eitt vet omaná – í øllum førum eitt sindur meira vandamikið.

Tað helt á við at vera ein javnur dystur uttan  stórar málmøguleikar teir fyrstu tjúgu minuttirnar  av 2.hálvleiki. B36-leikararnir stríddust sera væl, og við góðum trekkum frá Meinhardi Olsen og Lukasz Cieslewicz komu B36 til einstakr støður. Men sum dysturin leið tók Titograd meira yvir, og hevði nakrar góðar málmøguleikar, og B36-leikararnir tyktust heldur møddir. Rói í B36-málinum hevði nakrar góðar bjargingar.

Jákup og hansara menn tyktust rímiliga nøgdir við 0-0 støðuna, og tað gjørdist ikk italan um nakað trýst ímóti endanum av dystinum.

Returdysturin verður í Podgorcia um eina viku.

Evropa League fyrsta unanumfar, fyrsti dystur

Gundadalur 12.07 kl.19.00

B36 – OFK Titograd Podgorcia 0-0 (0-0)

Áskoðarar: 611



Liðið hjá B36 í dag:

Rói Mørk Hentze - Ragnar Samuelsen(’82 Gilli Samuelsen), Bjarni Petersen, Odmar Færø(L), Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen(’74 Hugin Samuelsen), Eli F. Nielsen - Meinhard E. Olsen, Lukasz Cieslewicz, Erlendur Magnussen(’69 Benjamin Heinesen)  - Kaimar Saag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder