Innanlands

Vanlukkan hendi tætt norðanfyri Nestindar

Syrgilig vanlukka á Trøllanesi í dag kostaði eitt mannalív

Mynd: Pól Sundskarð

Mynd: Pól Sundskarð

2018-07-12 22:37 Author image
Sverri Egholm

Syrgiliga vanlukkan á Trøllanesi í dag hendi tætt norðanfyri Nestindar vestanfyri á Kallsoynni. Áleið har ið reyði kassin er á myndini.

Tað skrivar heimasíðan jn.fo í kvøld.

Løgreglan fekk fráboðan klokkan 12:29 um at ein maður var omandottin. Fallið var einar 300-400 metrar, varð sagt.

Stór leiting varð sett í verk av løgregluni og MRCC har Tjaldrið, Vón, Ziska, Lív og tyrlan fóru at leita eftir manninum.

Maðurin varð funnin, og fingin á Landssjúkrahúsið har staðfest var, at hann hevði latið lív. Maðurin gjørdist 29 ára gamal og var saman við øðrum á fjalli.

Hann var ættaður av Trøllanesi, men búði í Kvívík.

 

placeholder
placeholder