Uttanlands

Ísland fekk sessin hjá USA í ST mannarættindaráðnum

Ísland fekk 172 atkvøður, og Frakland fekk einans 1 atkvøðu

Mynd: Fabrice Coffrini / Ritzau Scanpix

Mynd: Fabrice Coffrini / Ritzau Scanpix

2018-07-14 21:10 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tá ið ST aðalráðið fríggjadagin atkvøddi um, hvør skuldi yvirtaka sessin hjá USA, nú USA hevur tikið seg úr ráðnum, fekk Frakland bara eina atkvøðu og Ísland fekk 172.

Frakland og Ísland vóru bæði tvey tilnevnd at yvirtaka sessin hjá USA.

Amerikanska ST-sendikvinnan Nikki Haley hevur sagt, at USA tók seg úr ráðnum, tí landið ikki ynskir at vera partur av einum "hykleriskum og sjálvsøknum felagsskapi, sum látursger mannarættindi", og hon kritiseraði í sama anda ráðið fyri at vera "kroniskt partískt móti Ísrael", skrivar TV2. 

Tað er fyrstu ferð í søguni, at eitt land tekur seg úr ráðnum. 

 

Amerikanska avgerðin varð tikin stutt eftir, at ráðið hevði funnist at USA fyri at skilja sundur tilflytingarbørn frá foreldrum teirra við markið til Meksiko. Men sambært Nikki Haley varð avgerðin tó tikin eftir longri umhugsunartíð, sum í síðsta enda hevði við sær, at USA valdi at taka seg úr. 

 

47 limir eru í ST mannarættindaráðnum. Limaskapurin hjá Íslandi varð settur í verk beinanvegin og varar til 31. desember 2019. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder