Innanlands

Tveir bilførarar koyrdu uttan koyrikort

Teir kunnu vænta sær eina bót uppá í minsta lagi 5.000 krónur

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-07-15 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir

Tá løgreglan var úti og gjørdi ferðslukanningar í Kollfjarðadali í dag, vísti tað seg, at tveir bilførarar koyrdu uttan koyrikort.

Í báðum førum var talan um bilførara, sum onkursvegna hevði mist koyrikortið, og sostatt ikki hevði loyvi at koyra bil.

Vakthavandi á politistøðini veit ikki, um hetta var fyrstu ferð bilførararnar vóru tiknir fyri at vera uttan koyrikort, men um so er, fáa teir eina bót uppá 5.000 krónur.

Aðru ferð hækkar bótin til 6.000 krónur, triðju ferð til 7.500, fjórðu ferð til 10.000, og hendir tað eina ferð afturat er revsingin 14 dagar í fongsli.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað hevur verið ein friðarlig nátt, bæði í Havn og á G! festivalinum.

Tó varð løgreglan send til eina pub á Tvøroyri, har tveir menn vóru farnir til hendurs, men hetta hevði sum so einki uppá seg, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

placeholder
placeholder