Ítróttur

Levi fekk gull og Martin noktaði at lúta fyri pínuni

Levi og Martin umboðaðu Føroyar í Racerunnners Camp & Cup í Frederiksberg í Danmark

2018-07-15 20:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Teir báðir føroysku racerunning íðkararnir Levi Hanusarson og Martin Johannessen hava seinastu vikuna verið í Danmark, har teir og venjari teirra, Gunnar Sivertsen, vegna Parasport Føroyar , hava omboðað Føroyar í RaceRunners Camp & Cup á Frederiksberg í Danmark.

Tá Martin Johannessen greiddi frá, hvussu gekk hjá teimum, segði hann:

"Fyri mítt egna viðkomandi gekk kanska ikki sum ætlað, eg eg bleiv skaddur, men eg eri stoltur av at eg, serliga á 400 m, stríddi meg á mál við nógvari pínu.

"Makkarin hjá mær, Levi, gjørdi eitt hál við tvær gull- og eina silvurmedalju uppá tríggjar teinar, og eg eri heilt ótrúliga stoltur av honum. Hetta er meira enn góðkent."

Í morgin ferðast teir heimaftur til Føroyar, og Martin Johannessen sigur, at tað verður við høvdinum høgt, og at hann kemur sterkt aftur næsta ár.

Myndir frá kappingini kunnu síggjast niðanfyri.

 

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder