Uttanlands

Pussy Riot tekur ábyrgd fyri at bróta HM finaluna av

4 kvinnur, klæddar í politistauniformi, megnaðu at renna inn á vøllin og órógva finaluna millum Kroatia og Frakland

Pussy Riot tekur ábyrgd fyri at bróta HM finaluna av

Ein av mótmæliskvinnunum úr Pussy Riot (Mynd: Scanpix)

2018-07-16 08:57 Author image
Oda Strøm

Tá ið finaludysturin millum Kroatia og Frakland var gott 52 minuttir, lupu fýra kvinnur inn á vøllin og brutu HM finaluna av. 

Tær náddu at renna rættiliga langt inn á vøllin, og ein fekk enntá eitt tvífalt high-five frá fronsku fótbóltsstjørnuni Mpabbe, áðrenn trygdarvaktir fingu fatur á teimum. 

Á sosiala miðlinum Twitter var russiski mótmælisbólkurin Pussy Riot skjótur at taka ábyrgd fyri hendingina. Har skriva tær, at talan var um eitt átak, sum var rættað móti stýrinum hjá russiska forsetanum Vladimir Putin, og ein áheitan um at virða grundleggjandi mannarættindi.

Mótmælisbólkurin Pussy Riot gjørdist kendur í 2012, tá ið bólkurin stóð fyri fleiri mótmælisátøkum, sum m.a. hevði við sær, at tveir limir vórðu fongslaðir í tvey ár. 

Meira enn 3 milliardir hyggjarar sóu stuntið frá Pussy Riot í gjárkvøldið.

 

placeholder
placeholder