Uttanlands

Elon Musk í trupulleikum – kallaði kavara fyri pedofil

Tesla-stovnarin kallaði ein av kavarunum, sum bjargaði tailendsku fótbóltsdreingjunum, fyri pedofil

Elon Musk

Elon Musk

2018-07-16 10:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein av bretsku kavarunum, sum bjargaði teimum 12 teilendsku dreingjunum í síðstu viku, eftir at hesir høvdu verið innibyrgdir í 17 dagar, finnist harðliga at Tesla- og Space X-stovnaranum Elon Musk.

Elon Musk var farin til Tailand, tí at hann hevði bygt ein lítlan kavbát, sum skuldi flyta dreingirnar til bjarging, men sambært kavaranum bar tað ikki til.

- Kavbáturin var áleið 1,7 metrar langur og hevði ikki passa runt um ymiskar forðingar. Tað var alt eitt spæla fyri gallarínum, sigur kavarin.

Hetta fekk øði í Elon Musk, sum tók til Twitter:

- Vit senda kavbátin ígjøgnum helli 5 uttan trupulleikar. Orsaka “pedo”-fýrur, men tú bað sjálvur um tað.

Kavarin er fyrr lagdur undir at verða pedofil, og Elon Musk náddi eisini at skriva, at hann vildi fegin vedda uppá at tað passaði, áðrenn uppslagið á Twitter varð strikað, skrivar TV2.

Uppslagið gjørdist altjóða tíðindi, og hevur sett Tesla-stovnaran í ringt ljós.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder