Ítróttur

Djokovic vann heimsins kendastu tennis kapping

Serbin vann Wimbledon kappingina fyri fjórðu ferð

Novak Djokovic (Mynd: EPA)

Novak Djokovic (Mynd: EPA)

2018-07-16 11:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Novak Djokovic vann í gjár heimskendu tenniskappingina Wimbledon fyri fjórðu ferð. Hetta er hansara fyrsti sigur í grand slam kapping í tvey ár.

Djokovic vann finaluna við siffrunum 6-2, 6-2, 7-6 móti suðurafrikanska Kevin Anderson.

Við hesum hevur Djokovic, sum av fleiri verður mettur at verða heimsins besti tennisleikari, vunnið 13 grand slam kappingar.

Síðani hansara seinasta grand slam sigur, sum var French Open í 2016, hava skaðar og politisk- og ítróttarlig órógv havt sína neiligu ávirkan á hansara yrkisleið, skrivar Danmarks Radio. Serbin var seedaður sum nummar 21 áðrenn Wimbledon kappingina, sum hann at enda vann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder