Ítróttur

Upptakt: Víkingur skal skora minst tvær ferðir í Helsinki

Tað bíðar ein trupul uppgáva hjá Víkingi í finska høvuðstaðnum í kvøld

Víkingur tapti 2-1 í fyrra dystinum á Svangaskarði, og skal tískil hava meira enn eit mál í kvøld(Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur tapti 2-1 í fyrra dystinum á Svangaskarði, og skal tískil hava meira enn eit mál í kvøld(Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-17 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ein sera truplan fyrra hálvleik, so reisti Víkingur seg í 2.hálvleiki á Svangaskarði og fekk millum annað skora til 1-2, ið gjørdist endaliga úrslitið í fyrra dystinum. Týskvøldið vísti HJK Helsinki í løtum, at har er munur á føroyskum og finskum fótbólt, men føroysku meistararnir vístu eisini, at teir kunnu gera ein vørr.

Tað skal nógv til, um Víkingur skal spæla seg víðari úr fyrsta undanumfarið í Champions League. Liðið hjá Sigfríði Clementsen skal megna at skora minst tvey mál á Telia 5G Arena í Helsinki í kvøld, men víkingarnir skulu eisini vera ansnir og halda finska liðnum burtur frá at skora.

Við leikarum sum Sølva Vatnhamar, Filip Djordjevic og Adeshina Lawal hevur Víkingur avgjørt dygdir í tí álopskenda spælinum. Og Andreas Lava Olsen er tøkur til hendan dystin, eftir at hava sitið úti við leikbanni í fyrra dystinum. Karl Løkin er komin til Víking í summar. Hann fekk sínar fyrstu minuttir í fyrra dystinum.

Víkingarnir hava verið í Helsinki síðani sunnudagin. Í samrøðu við Sølva Vatnhamar tann dagin, segði hann, at teir trúgva uppá møguleikan, og at teir fara eftir yvirraskilsinum í Finnlandi. Sambært Sølva fara teir millum annað at royna, at fáa dystin at líkjast 2.hálvleiki í Føroyum.

Úr Finnlandi frætta vit, at dysturin allarhelst verður stroymdir. Vit leggja leinkju út á forsíðuna, um so er.

Fyrsta bríksl í finska høvuðsstaðnum er klokkan 19.00 lokala tíð – 17.00 føroyska tíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder