Uttanlands

Amerikanska fólkið í øðini inn á Trump

Bæði demokratar og republikanar krevja eina forkláring frá Donald Trump

Donald Trump og Vladimir Putin á felags tíðindafundi í Helsinki (Mynd: EPA)

Donald Trump og Vladimir Putin á felags tíðindafundi í Helsinki (Mynd: EPA)

2018-07-17 08:39 Author image
Oda Strøm
placeholder

Bæði republikanarnar og demokratar eru í løtuni í øðini inn á amerikanska forsetan Trump, tí hann heldur trýr útsøgnunum hjá russiska forsetanum Putin um, at russar ikki blandaðu seg í amerikanska forsetavalið í 2016, enn at trúgva prógvunum frá sínum egnum fregnartænastum. 

Tað gjørdist greitt á eftirfylgjandi felags tíðindafundinum í Helsinki í gjár, eftir at Trump hevði fundast við Putin.

- Putin forseti sigur, at tað er ikki Russland. Eg síggi onga orsøk til, at tað skuldi verið tað, segði Trump m.a. á tíðindafundinum. 

DR skrivar, at enntá republikanska sjónvarpsrásin Fox, sum plagar at stuðla Trump, tekur frástøðu frá útsøgnini hjá forsetanum, og fyrrverandi republikanski kongresslimurin frá ytsta høgravongi, Newt Gingrich, krevur, at forsetin forklárar seg og rættar "tað størsta mistakið í sínum forsetaskapi".

Republikanski leiðarin av amerikansku kongressini, Paul Ryan, er ikki í iva um, at russar blandaðu seg uppí valið í 2016, og sigur, at forsetin hevur onga orsøk til at spæla upp til Russland.

- Forsetin má viðurkenna, at Russland er ikki okkara sameindi. Eingin moralskur líkskapur er millum USA og Russland, sum er ímóti okkara mest grundleggjandi virðum og idealum, segði Paul Ryan sambært DR. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder