Innanlands

Meldaði bilin stolnan - fekk bót fyri at lata lykilin standa í

Ein kvinna fór av óvart avstað við skeivum bili í FK í Runavík í gjár

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-18 08:22 Author image
Oda Strøm

Ein kvinna fór av óvart avstað við skeivum bili frá FK í Runavík í gjár. 

Bileigarin boðaði seinnapartin í gjár løgregluni frá, at bilur hennara var stolin á bilplássinum við Keypssamtøkuna í Runavik. Men bilurin var ikki stolin. Kanningar hjá løgregluni vístu, at ein onnur kvinna hevur akkurát sama slag av bili - ein Toyota. 

Tann kvinnan fór í skeivan bil og koyrdi avstað - og tað bar til, tí lykilin stóð í.

Tá kvinnan, sum átti bilin, kemur út aftur, heldur hon, at hennara bilur er stolin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Bileigarin fekk tí eina bót fyri at lata lykilin standa í bilinum.

placeholder
placeholder