Uttanlands

Franskur landsliðsleikari hálovar tilflytarum

- Vit hava nógvar leikarar av ymiskum uppruna, men vit spæla allir av somu orsøk. Fyri land okkara.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-18 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri 20 árum síðani vunnu teir, og í ár vann Frakland aftur HM í fótbólti við einum liði av leikarum, ið eru ættaðir úr fleiri ymiskum londum. 14 av teimum 23 leikarunum í franska hópinum, m.a. Kylian Mbappé og Paul Pogba, eru ættaðir úr einum afrikanskum landi.

Hetta hendir í einari tíð, tá tilflytarar úr Afrika av summum verða sæddir sum ein av størstu trupulleikunum í Evropa.

Men hesum tekur Antoine Griezmann, ið skoraði til 2-1 í brotsparkskappingini í finaluni, ikki undir við.

"Tað er hetta Frakland, vit elska," segði hann.

"Vit eru av ymiskum uppruna, men vit eru allir knýttir saman sum fraklendingar. Tað sama er við liðnum. Vit hava nógvar leikarar av ymiskum uppruna, men vit spæla allir av somu orsøk. Fyri land okkara. Tá vit eru á vøllinum, gera vit alt fyri hvønnannan, og tað er frálíkt," segði Griezmann á tíðindafundi beint eftir finaluna, sambært JyllandsPosten.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, nevndi eisini franska landsliðið, tá hann helt røðu í sambandi við minningarhaldið fyri Nelson Mandela í Suðurafrika í gjár.

"Politisk sundurbýting grundað á húðarlit er púra tilgjørd, og tá hon hvørvur, hvørvur eisini valdið hjá einum bólki yvir einum øðrum," segði Obama, ið endurtók orð, ið Nelson Mandela hevði sagt í 1964.

"Tað, ið var satt tá, er enn satt í dag (...) at vit skulu vera móti øðrum, sum vit vilja, at onnur skulu vera móti okkum (...) At vit síggja okkum sjálvi í øðrum fólkum. At vit kenna felags vónir og dreymar aftur. Tað er ein sannleiki, ið ikki hóskar saman við at gera mismun vegna húðarlit, trúgv, kyn, ella kynsligan samleika. Og sannleikin er tann, at tá vit taka hetta til okkum, gevur tað okkum stóran fyrimun, tí tað gevur samfelagnum møguleika at gagnnýta gávurnar, orkuna, og førleikarnar hjá øllum fólkum. Og um man ivast í tí, kann man bert hyggja at franska fótbóltslandsliðnum, ið júst hevur vunnið HM. Tí eg haldi ikki, at teir allir síggja út, sum teir eru galliskir. Men teir eru fraklendingar," segði Obama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder