Uttanlands

Óváttað tíðindi: Bretska løgreglan hevur funnið útav, hvør stendur aftanfyri eiturálopini

Bretska løgreglan hevur kannað eiturálopini í Salisbury og Amesbury

Óváttað tíðindi: Bretska løgreglan hevur funnið útav, hvør stendur aftanfyri eiturálopini

Neil Basu, leiðari á anti-yvirgangsdeildini hjá bretsku løgregluni

2018-07-19 08:45 Author image
Oda Strøm

Ritzau og Reuters skriva í morgun, at bretska løgreglan skal hava funnið útav, hvørjir brotsmenninir undir illgruna eru, sum standa aftanfyri eiturálopið við nervaeitrinum Novichok móti fyrrverandi russiska njósnaranum Sergej Skripal og dóttir hansara, Julia.

Persónarnir, sum eru undir illgruna, eru eftir øllum at døma fleiri russiskir ríkisborgarar. Tað fortelur ein kelda, sum kennir sakina til bretsku tíðindastovuna PA sambært Reuters.

Sambært miðlinum eru samleikarnir hjá russarunum váttaðir av bretsku løgregluni við at samanbera upptøkur frá trygdarmyndatólum við uppgerðir um, hvør er komin inn í landið. 

Metropolitan løgreglan í Bretlandi, sum leiðir kanningararbeiðið, vil ikki viðmerkja frágreiðingina, og tí er talan um óváttað tíðindi. 

66 ára gamli Skripal og 33 ára gamla dóttir hansara vórðu eitrað í bretska býnum Salisbury í mars, og bæði tvey eru komin fyri seg aftur. 

Russisku myndugleikarnir nokta at hava nakað við málið at gera, hóast Theresa May fleiri ferðir hevur ákært Russland at standa aftanfyri álopið. Fleiri russiskir diplomatar vórðu útvístir úr Stórabretlandi og øðrum londum. 

29. juni vórðu tvey fólk afturat eitrað við Novichok í Amesbury - tætt við Salisbury, og kvinnan, Dawn Sturgess, doyði av eitrinum. Maðurin er enn innskrivaður á sjúkrahúsi. 

 

 

placeholder
placeholder