Uttanlands

Íslendskir politikarar mótmæltu vitjan hjá Pia Kjærsgaard

Onkur fór úr salinum, og onnur høvdu valt ikki at møta upp, tá Pia Kjærsgaard skuldi halda røðu fyri Altinginum

Íslendskir politikarar mótmæltu vitjan hjá Pia Kjærsgaard

Mynd: EPA

2018-07-19 15:44 Author image
Alda Nielsdóttir

Í sambandi við, at tað er 100 ár síðani Ísland gjørdist sjálvstøðugt, var formaðurin í danska Fólkatinginum, Pia Kjærsgaard, boðin til Íslands at halda røðu fyri Íslendska Altinginum í gjár.

Fyri at mótmæla úttalilsir hjá Kjærsgaard um m.a. muslimar og tilflytarar, avgjørdi Helga Vala Helgadóttir úr sosialdemokratiska flokkinum Samfylkingin, at reisa seg og fara úr salinum, meðan Pia Kjærsgaard helt røðu, meðan limir hjá Piratunum høvdu avgjørt ikki at møta upp í tinginum.

"Tað er harmiligt, at ein av fremstu umboðunum fyri hatur móti útlendingum í Evropa skal fáa loyvi at halda røðu á hesum degi," segði formaðurin í Samfylkingin, Logi Einarsson, sambært Politiken.

"Tað er rætt, at Piratarnir ikki vildu luttaka, men eg kann ikki gera nakað við, at summi eru óuppdrigin og ikki duga at skilja, at tá man bjóðar fólkatingsformanninum og ikki mær persónliga, er tað í veruleikanum ikki ein eyðmýking av mær. Tað gongur útyvir alt Danmark. (...) Slíkt kann ikki góðtakast," segði Pia Kjærsgaard sambært TV2.

placeholder
placeholder