Mentan

Nógvir føroyingar á TeenStreet

Væl yvir 400 føroyingar fara til Týsklands á TeenStreet-leguna í ár

Nógvir føroyingar á TeenStreet
2018-07-19 18:24 Author image
Tíðindaskriv

 

Aftur í ár er TeenStreet lega í Týsklandi, og um eina góða viku fara væl yvir 400 føroyingar avstað.

TeenStreet er altjóða lega fyri tannáringar í aldrinum 13 til 17 ár, har høvuðsendamálið er, at tey ungu verða styrkt í kristnu trúnni og í felagsskapinum við onnur trúgvandi. Tað er missiónsfelagsskapurin OM, sum yvirskipað stendur aftanfyri TeenStreet.

TeenStreet er tvørkirkjulig lega, og sæst hetta eisini aftur í hópinum, sum fer úr Føroyum. Føroysku ungdómarnir, ið fara avstað, umboða flest allar kristnar kirkju- og samkomurætningar her heima.

Legan verður í ár hildin í Oldenburg í Norðurtýsklandi. Oldenburg liggur nakað vestan fyri størra býin Bremen og beint suðurav Bremerhaven, sum ivaleyst nógvir føroyskir sjómenn kenna.

Á leguni hesuferð verða tilsamans uml. 4000 fólk, harav eru eini 1500 hjálparfólk. Í føroysku leguni eru tey gott og væl 410 í tali, 250 leguluttakarar og restin fólk, sum hjálpa til á ymiskan hátt og so nøkur børn hjá hesum eisini. Legan byrjar 28. juli, sum jú er ólavsøkuaftan og endar seint um kvøldið 3. aug.

Ógvuliga stutt sagt, so eru dagarnir býttir upp soleiðis, at um morgnarnar er undirvísing, seinnapartarnar hava tey frí, har tey bæði kunnu fara ein túr út um økið, ella velja at vera verandi og so luttaka í ymiskum, sum gongur fyri seg har – tað kann vera spæl, fyrilestrar ella eisini bara sosial samvera. Um kvøldið eru tey so aftur savnaði øll saman til stóru lovsangsløtuna, Throne Room, sum nógv av hesum ungu kanska gleða seg allarmest til.

Nógvir av føroyingunum, sum fara á legu, flúgva beinleiðis úr Føroyum til Hannover, har so bussur koyrir tey beinleiðis til økið. Tað er nevniliga soleiðis, at fyrireikararnir hava leigað ikki minni enn tvey flogfør frá Atlantsflog, sum flúgva tey beinleiðis bæði aftur og fram.

Meðan legan er, ber til at fylgja við her heima. Video, myndir og greinar verða lagdar út á føroysku heimasíðuna hjá TeenStreet, ”teenstreet.fo” og verða eisini deildar á facebook síðuni hjá TeenStreet.

placeholder
placeholder