Innanlands

Heilsufrøðiliga Starvsstovan úttalar seg um ræstkjøtaburgaran

Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørdi seljaran varðugan við, at hann kundi selja kjøt, sum varð skrásett í Heimaframleiðsluskráni

2018-07-20 12:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Alment orðaskifti hevur seinastu dagarnar verið um eitt ítøkiligt dømi, har innflutt lambskjøt er ræsað og selt, sum føroysk heimaframleiðsla (sí faktaboks um heimaframleiðslu og útlendskt lambskjøt).

Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan umvegis miðlarnar varð gjørd varug við hesa sølu, setti Starvsstovan seg í samband við seljaran fyri at kanna málið nærri. Seljarin var gjørdur varugur við støðuna og síðani varð gjørt vart við, at tað bar til hjá honum at nýta føroyskt lambskjøt, har framleiðarin var skrásettur í Heimaframleiðsluskránni.

Kunngerðin um heimaframleiðslu tilskilar, at allir heimaframleiðarar skulu skráseta seg í Heimaframleiðsluskránni. Skrásetingin hevur til endamáls at kunna tann einstaka brúkaran um hvaðani matvøran stavar. Hetta hevur týdning, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki hevur eftirlit við heimaframleiðslu.

Heimaframleiðsla: Kunngerðin um heimaframleiðslu gevur skrásettum framleiðarum loyvi at selja hesar føroysku vørur undir heitinum  Heimaframleiðsla:

Seyður, neyt, heimafuglur, egg frá heimafugli, villini fuglur, hara, grønmeti og frukt, bæði viðgjørt og óviðgjørt.

Harumframt tilskilar kunngerðin at loyvt er at framleiða heimaframleiðsluvørur úr innfluttum svínakjøti og innfluttum pasteuriseraðum mjólkaúrdráttum, sum eru virkaði á løggildum matvøruvirki uttanlands.

Kunngerðin loyvir ikki at innflutt lambskjøt verður ræsað í Føroyum og selt undir heitinum Heimaframleiðsla.

Útlendskt lambskjøt: Heilsufrøðiliga starvsstovan skal gera vart við, at útlendskt lambakjøt ið man ræsur í Føroyum kann seljast eftir vanligu treytum um løggilding, men kann ikki seljast sum heimaframleiðsla.

Starvsstovan vegleiðir fegin. Heilsufrøðiliga Starvsstovan harmast um støðuna, sum matseljarin er komin í. Vit vilja tí við hesum vísa á, at vit vegleiða fegin øllum, sum ætla at fara undir matvøruframleiðslu um galdandi reglar, herundir eisini um heimaframleiðslu.

Í ítøkiliga førinum var kunna um at til ber at nýta føroyskt framleitt lambskjøt, har framleiðarin var skrásettur í Heimaframleiðsluskránni.

Í dag er enn ein heimaframleiðari skrásettur, soleiðis at tað íalt eru 31 heimaframmleiðarar í Føroyum

Meira kann annars lesast um heimaframleiðslu á okkara heimasíðu, www.hfs.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder