Innanlands

Ræstkjøtaburgarin verður aftur at fáa í komandi viku

Ruben Busk fær aftur loyvi at selja vælumtókta burgaran

2018-07-20 12:50 Author image
Ari av Rana

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivaði í tíðindaskrivi í dag, at ein nýggjur heimaframleiðari var skrásettur í Heimaframleiðsluskránni. Talan er um heimaframleiðaran, sum PM keypir ræsta kjøtið frá, sum Ruben Busk nýtir til vælumtókta ræstkjøtaburgaran.

- Eg havi fingið váttað, at kjøtið nú er góðkent. Eftir ætlan fara vit at selja ræstkjøtaburgaran aftur í næstu viku, sigur Ruben Busk.

Ruben Busk sigur, at tey hava stongt um vikuskiftið, og tí verður ræstkjøtaburgarin ikki at fáa beinanveg.

Hóast seinastu dagarnir hava verið eitt stríð um loyvið at selja ræstkjøtaburgaran, er Ruben Busk væl nøgdur.

- Alt hetta hevur gjørt, at ræstkjøtaburgarin hevur fingið sera nógva umtalu, so eg kann gleðast um tað, sigur Ruben Busk at enda.

Les eisini: MATsmiðjan Streetfood mist loyvi at selja ræstkjøtaburgarar

placeholder
placeholder