Innanlands

Nú kanst tú fylgja við ferðsluavmarkingum í Havnini

Tórshavnar kommuna hevur gjørt webkort, sum vísir hvar ymiskar ferðsluavmarkingar eru

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-07-20 15:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur nú gjørt eitt webkort, ið vísir, hvar ymiskar ferðsluavmarkingar eru. 

Kortið vísir í løtuni ferðsluavmarkingar á Ólavsøku, men kortið verður dagført alla tíðina, eisini við vegaarbeiði. 

Kortið verður eisini víðari ment, so tað verður meira brúkaravinarligt og fleiri upplýsingar koma á kortið sum frálíður.

Í sambandi við ólavsøku verður eisini víst á tøk parkeringsøki. Hetta kemur á kortið fyrst í næstu viku, skrivar kommunan á heimasiðu síni.

Annars ber tað til at klikkja á ymiskar linjur at fáa vita meira um, hvørjar avmarkingar eru á vegnum - og um bussar, privatbilar ella hýruvognar hava undantak at koyra á strekkinum. 

Á høgru síðu kunnu fólk tendra og sløkkja ymisk løg á kortinum, sum vísa avmarkingar fyri ymiskt tiltøk ymsar dagar.

Kortið verður skjótt tøkt á heimasíðuni hjá kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder