Innanlands

Seinna betongkistan sett niður

Sambært J & K Petersen, verður kistan væntandi á botni um ein tíma

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-21 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir

Í morgun verður tann seinna av teimum báðum stóru betongkistunum, sum J & K Petersen hevur stoypt til nýggja havnalagið í Havn, sett niður.

Sambært J & K Petersen verður kistan á botni um uml. ein tíma. Tá tað so er gjørt, fara kavarar at kanna, um hon er komin rættiliga uppá pláss, og síðani verður hon fylt við sjógvi og gróti. Kistan tekur uml. 7000 tons av gróti.

Hendan seinna kistan er eitt sindur minni enn tann fyrra, ið varð sett niður fyri tveimum vikum síðani.

Tann fyrra kistan var uml. 18 metrar høg og tann seinna, ið varð sett niður í morgun, er 13,3 metrar høg. Tvørmátið á báðum kistunum er 18 metrar.

placeholder
placeholder