Innanlands

Ferðafólk datt uppi á Egg í Mykinesi

Illgruni er um, at kvinnan hevur brotið beinið

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2018-07-21 16:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan kvart yvir tvey seinnapartin fekk løgreglan boð um, at ein kvinna var dottin uppi á Egg í Mykinesi.

Boð vórðu send eftir tyrlu, og kvinnan varð síðani flutt á landssjúkrahúsið til kanningar.

"Vit vita ikki, hvussu álvarsliga skadd kvinnan er, men har er illgruni um, at hon hevur brotið beinið," sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder