Mentan

Eingi vísindarlig prógv fyri at detox-kururin riggar

Detox-kurar, djús, og tarmskol. Har finnast eingi vísindarlig prógv fyri, at tað riggar.

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-07-21 20:58 Author image
Alda Nielsdóttir

Summi royna ein detox-kur, ið bert loyvir teimum at drekka vistfrøðiligt djús tríggjar ferðir um dagin, eta vistfrøðiligt grønmeti og drekka óvanliga nógv vatn. Hetta kann kombinerast við m.a. tarmskol, urtate og annað, ið skal eitast at skola eiturevni úr kroppinum.

Men sambært videnskab.dk riggar einki av hesum. Har eru í hvussu so er eingi vísindarlig prógv fyri, at nakað av hesum riggar, og er tað nakað, ið serfrøðingar mæla fólki frá at royna.

Um man heldur seg til te, djús og eina rúgvu av vatni, eydnast tað kanska at skola eitt sindur av eiturevni úr kroppinum, men samstundis fær man eisini skolað eina rúgvu av vitaminum og mineralum úr kroppinum, og tí kann tað vera vandamikið at fara á ein slíkan kur.

Tað kann serliga vera vandamikið fyri tey, ið framanundan hava minni av vitaminum í kroppinum. Hetta er serliga galdandi fyri sjúk, eldri fólk og kvinnur, ið eru við barn. Tað sama er galdandi fyri børn og ung, ið hava brúk fyri nógvum vitaminum og mineralum, meðan tey eru í vøkstri.

Hóast eingi vísindarlig prógv eru fyri, at detox-kurar rigga, eru heldur eingi vísindarlig prógv fyri, at tey ikki rigga.

Sambært videnskab.dk, er tað kanska ikki vandamikið at frísk fólk í besta aldri royna hetta av og á, men er man sjúkur, og er man enn í vøkstri verður hetta ikki viðmælt.

Meira kann lesast her

 

placeholder
placeholder