Innanlands

Tvey ferðsluóhapp seinasta samdøgrið

Tó hevur eingin fingið álvarsligan skaða

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-07-22 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan kvart yvir tíggju fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp á Stykkinum.

Ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og rendi á ein lyktapela. Bilførarin fekk tó ongan skaða.

Klokkan hálvgum átta í morgun fekk løgreglan boð um eitt annað ferðsluóhapp. Ein maður var dottin av skutaranum á Sundsvegnum í Havn.

Tað sá ikki út til, at maðurin hevði fingið álvarsligan skaða, men hann varð kortini sendur á landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder