Innanlands

Grindalistar: - Ein ordans upprudding skal til

Klaksvíkingar eru nú farnir undir at rudda upp í grindalistunum

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-22 20:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Klaksvík eru tey nú farin undir at fáa skil upp á grindalistarnar.

Tað er uppgávan hjá formonnunum á listunum, at halda upplýsingarnar dagførdar, men sambært sýslumanninum í Norðoyggjum, Karl Johansen, krevst ein verulig upprudding.

Teir 62 listarnir eru komnir á heimasíðuna hjá Norðlýsinum, og fólk í Klaksvík verða nú biðin um at kanna um tey standa á listanum.

- Tað skal ein ordans upprudding til, summir listar eru ikki dagførdir síðan 2011, sigur Karl Johansen við Norðlýsið.

Grannaløg eru ofta gingin saman um ein lista og eisini familjur. Men tíðin ger sjálvsagt at hesi skilamørk vatnast út.

Fólk, sum hava viðmerkingar til listarnar verða biðin uma t seta seg í samband við formenninar, sum dagføra og senda til teldupostin hjá sýslumanninum.

Meira á nordlysid.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder