Innanlands

Tríggjar kvinnur fóru til hendurs sunnunáttina

Tríggjar tilkomnar kvinnur vóru í hornatøkum í Klaksvík

Tríggjar kvinnur fóru til hendurs sunnunáttina

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-23 10:17 Author image
Oda Strøm

Stutt áðrenn klokkan 04 sunnunáttina kom løgreglan fram á tríggjar kvinnur í Klaksvík, sum vórðu farnar til hendurs á alfaravegi. 

Talan var um tilkomnar kvinnur. Løgreglan fekk tó skilt kvinnurnar sundur, áðrenn meira spurdist burtur úr.

Løgreglan er nógv at síggja úti millum fólk í býnum um næturnar fyri tíðina, og hetta er sum skilst ein liður í nýggjum átaki hjá løgregluni at forða harðskapi, soleiðis at løgreglan skjótt kann leggja uppí, tá ið ósemjur eru.

placeholder
placeholder