Uttanlands

14 fólk skotin í Toronto í nátt

Ein kvinnan og brotsmaðurin lótu lív

14 fólk skotin í Toronto í nátt

Mynd: Ritzau

2018-07-23 11:07 Author image
Ari av Rana

Ein skottilburður varð í Toronto í gjárkvøldið, har ein maður skeyt eftir tilvildarligum fólki á gøtuni.

Ein kvinnan lat lív, meðan ein ung genta er í lívsvanda. 12 onnur fólk vórðu særd í skottilburðinum. Brotsmaðurin lat lív eftir at hann skeyt seg sjálvan.

Løgreglan veit enn ikki hví maðurin skeyt. Allar hugsandi orsøkir verða kannaðar, m.a. yvirgangur, sigur løgreglustjórin í Toronto, Mark Saunders við CNN.

placeholder
placeholder