Innanlands

Grindin í Havn: Seðlarnir koma út klokkan 19

Grindin verður býtt í 1009 drápspartar

Grindin í Havn: Seðlarnir koma út klokkan 19

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-30 18:07 Author image
Sverri Egholm

Nú er greitt nær seðlarnir til grindina, sum legði beinini í Sandagerði seinnapartin, koma út.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur at seðlarnir koma út klokkan 19. Grindin var 38 hvalir, og teir skulu býtast í 1009 drápspartar - umleið 0,25 skinn í part.

Ein grind varð eisini hildin til í Sandavági seinnapartin. Hon verður mett at vera eini 150 hvalir, men enn er ikki liðugt at merkja, so tað er ikki greitt nær seðlarnir koma út.

placeholder
placeholder