Mentan

Veitslan vunnið virðisløn í Danmark

Veitslan vann serprísin hjá Copenhagen Culture

Veitslan vunnið virðisløn í Danmark
2018-08-01 12:54 Author image
Ari av Rana

Føroyski leikurin Veitslan, sum Marita Dalsgaard hevur leikstjórna, hevur vunnið serligu virðislønina hjá Copenhagen Culture.

Veitslan alias Festen, sum Copenhagen Culture kallar leikin, vann í bólkinum “Sær-Prisen” frammanfyri 12 øðrum leikum, sum vóru í uppskoti. Sær-Prisen verður givin einari serligari sjónleikauppseting, sum gjørdi ein mun í leikárinum 2017-2018.

Veitslan varð framførd einaferð á sjónleikafestivalinum Copenhagen Stage í Keypmannahavn í juni, veit KVF at siga.

Veitslan varð framførdur í Føroyum í 2016. Leikurin er bygdur á danska filmin Festen frá 1998.

placeholder
placeholder