Dalbingar bíða framvegis eftir tunlinum

Snorri Brend

01.09.2014 - 22:27

Tíðindi > Mentan > Bygdatíðindi

Tað var tann tíð, tá tað búðu rættiliga nógv fólk í eini so lítlari og fjarskotnari bygd sum Dalur.

Henda hugnaliga bygdin á eystursíðuni á Sandoynni hevur í dag eitt fólkatal sum liggur væl undir 40.

Hyggja vit nøkur ár aftur í tíðina búðu munandi fleiri fólk her.

Ja, hagtølini vísa, at í 1985 búðu 77 fólk í Dali, meðan talið í dag er farið væl niður um helvtina av hesum.

Sambært seinastu uppgerðini hjá Hagstovuni búðu 33 fólk her seinast í mai mánaði í ár.

Eitt annað, sum eisini hevur merkt trivnaðin í bygdini er skúlin, sum lat aftur fyri nøkrum síðani.

Fyri eini 35 árum síðani vóru 16 børn í skúlanum, men barnatalið minkaði og minkaði, soleiðis at eingi skúlabørn eru í Dals skúla.

Hann verður tí brúktur til annað endamál, millum annað í samband við kvøldsetur fyri ferðafólki.


TUNNIL
Dalbingar hava leingi ynskt sær betri - ella: annað - vegasamband til bygdina.

Onkur hevur skotið upp at gera ábøtur á tann smala og ótíðarhóskandi vegin úr Húsavík til Dals. Men hetta hóvar bygdarfólkinum minni væl.

Tey hava eittans ynski, og tað er at ein tunnil verður gjørdur til Dals, soleiðis at tey eisini kunnu fáa trygt vegasamband alt árið.

Fleiri fyrispurningar og uppskot hava verið um hetta á tingi, men enn hevur hetta ikki borið á mál hjá dalbingum.


Les eisini: http://aktuelt.fo/tunlar+bida+spent+eftir+avgerdini.html

Ein heilt annar spurningurin er, um tað ikki er í seinna lagi at ein tílíkur kemur einaferð í framtíðini.

Hinvegin tykjast fólk at trívast í Dali.

Í øllum førum hevur kampingplássið í bygdini skapt eyka lív í um summarið.