Dámligi vælsyngjandi Stephen Pride

Dámligi Pride og dugnaligir jáarar bjargaðu leygarkvøldinum

Ingi Samuelsen

11.06.2017 - 13:55

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Óvæntaða góða framførslan á ársins Countryfestivali í Sørvági, kom frá dámliga amerikanaranum, Stephen Pride.

Væntanirnar frammanundan vóru ikki tær stóru – maðurin hevur ikki meira enn eina fløgu og sín kenda stórabeiggja at vísa á.

Men framførslan leygarkvøldið saman við dugnaliga bólkinum hjá Halli Joensen gjørdist millum tær allarbestu á countryfestivalinum, og stemningurin nærkaðist tí, sum vit fyrr hava upplivað á farnum countryfestivalum við nógv fleiri gestum og betri nøvnum á Dungasandi.

Stephen Pride sang nakrar sangir frá síni egnu fløgu, og gav annars eina konsert úr bakkataloginum við slagarum hjá gomlum góðum meistarum, so sum Haggard, Jones, Jennings og Jackson.

Tøkuløg
Eyðkennið fyri festivalin í ár var, at tá tað kom til fremmandu gestirnar, so var stórt sæð bert talan um nøvn, sum spældu tøkutónleik.

Upprunatónleikurin kom stórt sæð einans frá teimum føroysku nøvnum, sum eru fastir gestir á countryfestivalinum, ikki minst Tinganest, Vágaverk, Una Debess og so Halli Joensen, sum allir høvdu framúr framførslur.

Orkestrið hjá Halli hevði úr at gera, tí Beddi, Finnur Hansen, Pauli Magnussen, Høgni Klakkstein og sera dugnaligi íslendski guittar- og steelguitarleikarin Sigurgeir Sigmundsson, spældu saman við Halli, Stephen Pride og Cina Samuelson.

Dugnaligir jáarar
Tá tað orkestrið er róst, so mugu vit eisini rósa dugnaligu íslendingunum, sum spældu saman við Axeli Ómarssyni. Tey høvdu sína aðru framførslu á festivalinum í gjárkvøldið, og tað gjørdist eitt kærkomið countryupplivilsi á høgum støði, har Axel sjálvur við gávumildni lat ein stóran part av palltíðini yvir til dugnaligu sangarinnuna Stefaníu Svavarsdóttir og ikki minst Cash-tulkaran Arnar Inga Ólafsson, sum eftir framførslurnar í Sørvági heilt víst hevur fingið fleiri fjepparar í Føroyum.

Hini útlendsku høvuðsinnsløgini vóru Music Road Pilots og Lennebrothers. Tað kann ikki setast fingur á teirra framførslur, tí tey góvu tað, tey høvdu lovað. Men har vóru eingi yvirraskilsir í framførslunum. Sum áhoyrari saknaði tú sálina í tónleikinum, og hevði meira kenslu av at tú hoyrdi eina livandi jukebox, sum leveraði sítt kramm á sama hátt hvørjaferð. Eitt sindur ósjarmerandi, skal viðgangast.

Countryfestivalurin endaði við einum bólki, mannaður av blaðungum tónleikarum úr Havn, Bluesette, ið er við at gera vart við seg á føroyska tónleikapallinum.

Við stórum dugnasemi settu tey punktum fyri festivalin við eini blanding av egnum ungdómligum tónleiki og væl valdum tøkuløgum úr bæði blues- og countryskjáttuni.