36-ára gamli Dan Højgaard úr Rituvík skal í morgin døma EM-fjórðingsfinalu

(Mynd: fsf.fo)

Dan Højgaard hjálpardómari í EM fjórðingsfinalu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

12.05.2018 - 13:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroysku U-17 dreingirni framdu í fjør eitt megnaravrik við at spæla seg til EM-endaspælið. Til EM-endaspælið hjá U17 dreingjum í ár er eisini føroysk umboðan. 36-ára gamli Dan Højgaard úr Rituvík hevur verið hjálpardómari í fleiri ár í fremstu føroysku deildini, og hann varð úttikin at verða hjálpardómari til endaspæli í Onglandi.

Dan hevur, sambært Faroe Soccer, verið hjálpardómari í heili 439 dystum í føroyskum fótbólti, umframt at hann hevur dømt yvir 50 dystir. Hann gjørdist FIFA-hjálpardómari í 2016.

Og eftir at hava havt flaggið og dekka síðulinjuna í fýra dystum í bólkaspælinum, er nú ein nýggj avbjóðing fyri framman hjá Dan: "Ja, tað hevur gingið so mikið væl, at eg skal døma eina kvartfinalu"

Dan hevur millum annað verið hjálpardómari til dystin hjá Danmark ímóti Írlandi, og hjá ensku vertunum ímóti Italia. Og í morgin skal hann aftur verða ein av hjálpardómarunum til dyst hjá Italia. Tað eru Italia og Svøríki, ið bresta saman í Rotherham.

Í viðmerking úr Onglandi sigur Dan, at tað er fantastiskt at fáa slíkan heiður. Vit spurdu hann, hvussu hann fyrireikaði seg til slíkan dyst:

- Vit hava verið saman sum eitt lið, og fyrireika okkum uppá dystin, við video og bólkaprátið.  

Dómarin til dystin er úr Hollandi, og hon hjálpardómarin úr Ungarn. Saman við rituvíkinginum skulu teir stýra dystinum í Rotherham.

Fyri Dan hevur tað sera nógv at siga, at fáa ein slíkan dyst, hóast hann eisini var við til eina stóra uppliving í fjør: 

- Eg var saman viđ Alex Troleis, Andrew Christiansen og Petur Reinert til HM-undankappingardyst í Kekiaí heyst, tá Kekkia og San Marino spældi. Tađ er uttan iva størsti dystur, sum eg havi haft. Men at verða útvaldur til hesa kvartfinaluna, millum fleiri sera góðar hjálpardómarar, er sjálvandi ein sera stórur heiður. Tí at støði á dómarum og hjálpardómarum til hetta endaspælið hevur veri sera høgt.

Fjórðingsfinalan ímillum Italia og Svøríki verður bríkslað í gongd klokkan 14.00 í morgin, og tað verður sostatt við luttøku av einum føroyingi.