Dani í lívsvanda eftir at sjampagnufløska sprongdist



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

02.01.2018 - 17:26

Tíðindi > Danmark

Ein maður berjist í løtuni fyri lívinum á ríkissjúrkrahúsinum, eftir at ein sjampagnufløska, sum hann royndi at opna nýggjársaftan, sprongdist.

Maðurin, sum var í veitslu í Brøndby, skuldi opna eina sjampagnufløsku. Hann setti seg í ein stól, koyrdi fløskuna millum beinini, men tá hann royndi at opna fløskuna, brast hon, skrivar TV2.

Glaspetti av fløskuni skóru ein lívæðr í lærinum yvir, og maðurin misti nógv blóð, áðrenn sjúkrabilur náddi út at hjálpa honum.

Maðurin misti so nógv blóð, at hann fekk hjartasteðg.