Mikkel Hansen og co. spæla í kvøld sín fyrsta dyst í Kroatia.


(Mynd: EPA)

Danir skulu í eldin í kvøld

Agnar Frederiksen

13.01.2018 - 18:21

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
EM í manshondbólti er farið í gongd í Kroatia. Í gjárkvøldið vóru fýra teir fyrstu dystirnir, og í dag eru fýra dystir afturat á skránni.

EM byrjaði við tveimum gysarum. Ísland og Svøríki leiktu ein tættan dyst, har Ísland óvæntað endaði við at verða omaná. Ísland vann 26-24 á svium. Tað var bert eitt mál, ið skilti partarnar, tá Hvítarussland og Ungarn brustu saman. Har vann Hvítarussland 27-26. 

Seinni í gjárkvøldið megnaði Frakland at koppa Norra, hóast norðmenn vóru á odda ta mesta av dystinum. Í endurtøkuni av HM-finaluni fyri einum ári síðani endaði við 32-31 til Frakland. Kroatisku vertirnir vunnu trygt á grannunum úr Serbia. Koratia vann 32-22, og harvið fekk heimaliðið eina góða byrjan. 

Í dag er ein dystur leiktur. Týskland vann stórsigur á Montenegro. Úrslitið var 32-19. Í skrivandi stund er eitt stórt korter eftir, og Spania er á odda 22-12 ímóti Kekkia. Kl.18.30 leika Makedonia og Slovenia, og seinasti dystur í fyrsta umfarinum er kl.19.30, tá Danmark og Ungarn skulu dystast.

Í HM í fjør hittust Ungarn og Danmark í áttandapartsfinaluni. Har van Ungarn púra óvæntað 27-25, og sendi harvið Danmark út. Hetta var seinasti dystur hjá OL-gullvenjaranum Guðmundi Guðmundssyni, og nú er tað fyrrverandi stórleikarin Nikolaj Jacobsen , ið stendur á odda fyri liðnum. Nakrar broytingar eru á danska liðnum í mun til undanfarnu endaspøl. Í mun til seinast er millum annað Rasmus Lauge við aftur. Spælskiparin, sum til dagliga spælir við týska stórfelagnum Flensburg-Handdewitt, hevði trupuleikar við skaða til seinasta endaspæl. Og vónirnar í Danmark eru góðar undan kappingini. Danmark er greiður favorittur at vinna í kvøld, og er seedað í 2.seedingslagið til kappingina.

Dysturin hjá Danmark í kvøld kann síggjast á danska TV2.