Danmark: 27 ára gamal sekur í at fara upp í Islamiskan Stat



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.02.2018 - 16:30

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Ein 27 ára gamal maður frá Albertslund í Keypmannahavn er sekur í at verða farin upp íyvirgangsfelagsskapin Islamiskan Stat. Tað hevur rætturin í Glostrup avgjørt.

Tann 27 ára gamli hevur verið tvær ferðir í Sýria. Fyrstu ferð varð í endanum av sumrinum 2013, tá hann var har í ein mánað. Næstu ferð var um várið 2014, tá hann var har í tríggjar vikur.

Ákæruvaldið hevur sagt, at maðurin fór uppí yvirgangsfelagsskapin ta fyrru ferðina hann var í Sýria. Hann meldaði seg upp í IS sum krígsmann og fekk vápnavenjing.

Tann ákærdi hevur noktað seg sekan í at hava brotið lógina um yvirgang. Hann hevur forklára, at hann var í Sýria fyri at geva neyðhjálp, og fyri at berjast ímóti IS.

Rætturin hevur funnið mannin sekan í at verða farin upp í yvirgangsfelagsskapin, og at hava móttikið vápnavenjing, skrivar DR.

Tó slær rætturin fast, at eingi prógv eru fyri, at maðurin reint faktiskt hevur barst fyri IS. Hetta vildi ákæruvaldið verða við, at hann hevði.

Sjey persónar í Danmark eru seinasta árið dømdir fyri at verða farnir upp í IS.



beint nú