(Mynd: EPA)

Danmark frálíka byrjan í Russlandi

Sverri Egholm

16.06.2018 - 19:17

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Yussuf Poulsen syrgdi fyri einsamalla málinum, sum kom í dystinum millum Peru og Danmark í kvøld.

Peru kundi lagt seg á odda beint fyri hálvleik, tá brotsspark var dømt móti Danmark. Christian Cueva varð settur at skjóta, men til alla lukku fyri danir, skeyt hann upp um málið. Støðan var 0-0 í steðginum.

Einsamalla málið í dystinum kom tá ein knappur tími var leiktur eftir gott samanspæl millum Sisto, Eriksen og til síðst Yussuf Poulsen, sum takkaði fyri álitið og legði Danmark á odda 1-0.

Annars høvdu bæði liðini fleiri møguleikar, men 1-0 gjørdist úrslitið og Danmark kann fegnast um góðu byrjanina í Russlandi.

Peru-Danmark (0-1)
Yussuf Poulsen 0-1