Danmark: Hovið syrgir í ein mánaða

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 07:48

Tíðindi > Danmark

Danska kongshúsið lýsir hirðsorg í ein mánaða eftir at tað frættist, at Henrik prinsur doyði seint í gjárkvøldið. Almenna hirðsorgin er galdandi til og við mikudagin 14. mars, stendur í kongaligu fráboðanini.

Meðan tey kongaligu syrgja, fara Margreta drotning og hinir limirnir í kongshúsinum ikki at luttaka í vartsligum og undirhaldandi tiltøkum. Hetta tíðarskeiðið verða øll ílætin myrk klæði. Starvsfólk í tænastubúna skulu hava syrgibind um vinstra arm.

Tað er drotningin – regenturin – ið ger av, hvussu langa tíð slík hirðsorg skal varða.

Kongshúsið boðar eisini frá, at fram til 20. februar ber til at skriva seg á samkenslulistarnar, ið liggja frammi á Det Gule Palæ í Amalienborg.

Forsætismálaráðið í Keypmannahavn hevur sent boð út um, at allir almennir bygningar skulu flagga á hálvari stong í dag.



beint nú