Danmark keypir Panama-skjøl fyri 6 milliónir krónur

Ingi Samuelsen

29.09.2016 - 14:55

Tíðindi > Uttanlands - Búskapur

Danska skattavaldið hevur latið seks milliónir krónur fyri at fáa hendur í sonevndu Panama-skjølunum.

Skat váttar fyri Danmarks Radio í dag, at tær seks milliónirnar eru goldnar fyri at fáa hendur á skjølunum, sum tey hava fingið frá einum ónevndum persóni. Í hesum skjølum eru upplýsingar um stovningarskjøl, avtalur, samskifti og annað, ið kann vera við til at eyðmerkja persónar og gera nærri metingar av teirra skattaviðurskiftum.

Talan er um ein part av sokallaðu Panama-skjølunum, ið vórðu avdúkað í apríl mánaði í ár.

Tá kundi ein bólkur av journalistum, millum annað frá Danmarks Radio og Politiken, avdúka hvussu atvokatfelagið Mossack Fonseca í Panama hevði hjálpt fleiri túsund persónum við at stovna feløg í loynd fyri bæði almenninginum og skattamyndugleikunum.

Avdúkingarnar førdu millum annað við sær, at íslendski forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, mátti leggja frá sær.

Føroyska skattavaldið, Taks, hevur gjørt avtalu við Danmark um at fáa innlit í skjølini, sum Taks nú hevur keypt.

Les eisini: Taks fær innlit í Panama-skjøl