Danmark: Kirkjuráð krevur, at presturin vígir samkynd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.01.2018 - 09:29

Tíðindi > Danmark

Komandi presturin í danska býnum Brønshøj skal vera til reiðar at víga tvey av sama kyni.

Soleiðis stendur at lesa í eini starvslýsing frá Brønshøj Kirke í Kristelig Dagblad, og orðingin hevur nú skapt kjak, serliga á sokallaða kirkjuliga høgraveinginum í Danmark.

Formaðurin fyri donsku heimamissiónina, Hans-Ole Bækgaard, heldur, at talan er um nakað, ið líkist mismuni, diskriminasjón.

- Tað er týðuligt, at kirkjuráðið ynskir eitt ávíst slag av guðfrøði og boðskapi. Høvdu tey skrivað, at tey ikki ynsktu ein, ið vildi víga fólk av sama kyni, so var eg vísur í, at mótmælini høvdu verið mong, og røddir um diskriminering. Sama má eisini vera galdandi, tá talan er um øvugt fortekn, sigur hann við blaðið.

Eisini rektarin fyri konservativu guðfrøðiútbúgvingina Dansk Bibel-Institut, Børge Haahr Andersen, rópar starvslýsingina ”ógvusliga”.

Tað var í 2012, at tað gjørdist møguligt fyri tveir persónar av sama kyni at giftast í kirkju. Men tað stendur prestunum frítt, um tey vilja fremja slíkar vígslur, skrivar Ritzau.

Orðingin í starvslýsingini hevur verið viðgjørd í kirkjuráðnum, sum tryggjaði seg við at spyrja Keypmannahavnar biskup til ráðs. Og bispurin sá ongan trupulleika í orðingini.

- Eg síggi tað sum ein fyrimun, at tað framgongur í lýsingini frá kirkjuni, hvørjar væntanir kirkjuráðið hevur til prestagerningin. Hetta er sjálvandi eisini galdandi í spurninginum, um presturin ynskir at brúka vígsluritualið fyri tvey av sama kyni, skrivar Peter Skov-Jakobsen, bispur, í telduposti til Kristeligt Dagblad.

Ein kanning, sum TV2 Nyhederne gjørdi í farna mánaði millum prestar í donsku fólkakirkjuni vísti, at 20 prosent av prestunum ikki ynsktu at nýta vígsluritualið fyri tvey av sama kyni.