Mynd: EPA

Danmark koppaði Fraklandi í OL-finaluni

Sverri Egholm

21.08.2016 - 18:30

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Dómarin hevur júst bríkslað fyri seinastu ferð. Tað hevur eydnast Danmark at vinna á stórfavorittunum úr Fraklandi.

Undan dystinum vóru tað fraklendingar. Frakland hevur seinastu tríggjar olympisku leikirnar verið í finaluni og vunnið tvær ferðir. Men soleiðis skuldi ikki vera í kvøld, tí Danmark var tað betra liðið og vann 28-26.

Danir komu væl frá byrjan og spældu fyrstu løtuna við málmanninum úti í álopunum. Tað riggaði og teir fingu eina góða byrjan og tá eitt gott korter var leikt av fyrra hálvleiki førdi Danmark við tveimum málum.

Støðan í hálvleikinum var 16-14.

Góða spælið hjá dønum helt fram í seinna hálvleiki og miðskeiðis vóru teir á odda við heili fimm málum eitt skifti miðskeiðis. Men spakuliga ótu fraklendingar seg inn á leiðsluna hjá Danmark. Fraklendingar vaknaðu spakuliga og tá bara tríggir minuttir vóru eftir var bara eitt mál á muni 26-25.

Tað gjørdist tó ikki so spennandi, tí Danmark hevði beina kós móti OL gullinum og vann dystin 28-26.

Danmark - Frakland (28-26)