Gerardo Rodriguez úr Venesuela (Mynd: BT.dk)

Danmark: Lesandi arbeiddi 3 tímar ov nógv um vikuna - Verður útvístur

Niels Petersen

16.09.2016 - 22:56

Tíðindi > Útbúgvingar

26 ára gamli Gerardo Rodriguez úr Venesuela verður 02. oktober vístur út úr Danmark, tí tað vísir seg, at hann, sum útlendingur undir lestrartíð í Danmark hevur arbeitt í miðal tríggjar tímar meira enn loyvt er um vikuna.

- Eg havi verið tvungin til at arbeiða, fyri at fáa endarnar at hanga saman, men eg havi vist gjørt ein lítlan feil. Straffurin eigur undir øllum umstøðum at vera samsvarandi við feilin sum er gjørdur, men tað haldi eg als ikki at hann er í hesum føri, sigur Gerardo Rodriguez við Ekstra Bladet.

Gerardo Jose Lopez Rodriguez lesur til dagligt á Copenhagen Business School (CBS), og hann er í holt við at gerast kandidatur í handilsmáli og mentan. Hann hevur viðsíðuna av lesnaðinum arbeitt á einum hotelli nakrar tímar um vikuna, og so hevur hann eisini arbeitt fyri fyritøkuna MentorDanmark, har hann millum annað hevur verið lærari hjá FCK leikaranum, Federico Santander. Hann lærdi fótbóltsleikaran at tosa enskt.

Fyri Gerardo Jose Lopez Rodriguez, sum sjálvur betalir fyri sína útbúgving, bústað og allar vanligar útreiðslur, fær tað ógvusligar avleiðingar, um hann verður útvístur úr Danmark.

- Um eg verði útvístur missi eg árið sum eg havi staðið, tí tað hevði samsvarað við, at eg gavst við lesnaðin. Harafturat hevði eg mist mítt arbeiði í Siemens, sum eg veruliga hevði glett meg til. Eisini hevði eg mist allan peningin eg havi brúkt í Venesuela og í Brasil uppá at koma higar at lesa. Eg seldi alt eg átti, fyri at koma til Danmarkar at lesa. Eg veit av, at eg eri ungur og frískur, men kenslan er nú, at mít lív er í knúsi, segði hann fyri Politiken.

Ungi maðurin úr Venesuela metir, at straffurin fyri hansara feil er fullkomuliga yvirdrivin. Tí hann hevur ikki móttikið SU, og hevur tí verið noyddur til at knossa og stríðast, fyri at yvirliva í Danmark.

Uttanríkisráðharrin, Inger Støjberg úr Vinstraflokkinum vísir ikki aftur, at reglurnar kunnu broytast, og hon hevur ætlanir um at fara til verka við hesum alt fyri eitt.

- Eg kann ikki úttala meg um konkreta málið, men generelt vil eg siga, at eg eri opin fyri at endurskoða reglurnar viðvíkjandi útlendingum sum lesa í Danmark, og teirra møguleikum at arbeiða viðsíðuna av. Tað fer at koma eitt uppskot til broytingar, sum fer at gera reglurnar meira smidligar, skrivar Inger Støjberg i eini viðmerking til TV2.