Kristina Kristiansen hevur skorað og verður heiðrað av liðfeløgum sínum í EM hálvfinaluni móti Hollandi (Mynd: Dr.dk)

Danmark má loypa á við øllum tær eiga

Niels Petersen

18.12.2016 - 13:59

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Danmark møtir í dag einari krútsterkari franskari verju. Skal danska liðið koppa Fraklandi og taka bronsuheiðursmerkini, so skal okkurt heilt serligt til hjá dønum.

Franska liðið hevur bert latið 20 mál í miðal fara ígjøgnum hvønn dyst.

- Tær hava eina púra garrvilla verju, og hana mugu vit knúsa, tí annars hava vit ongan kjans, sigur Trine Østergaard, sum spælur høgri vongur.

- Franski venjarin, Olivier Krumbholz, arbeiðir nógv við verjuspælinum hjá franska liðnum, og tí eru tær sera sterkar í verjustøðum, sigur danski venjarin, Klavs Bruun Jørgensen.

Í mun til dystin móti Hollandi, so má spælast nógv meira beinleiðis, fyri at royna at fanga fronsku verjuna í ójavnvág.

Bronsudysturin byrjar klokkan 14:30.