(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Danmark: Mamma játtar seg væntandi seka í neyðtøku av soni – føroyingur eggjaði til tað

Ari av Rana

21.02.2018 - 12:38

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Lógarbrot

Ein 42 ára gamal føroyskur maður eggjaði ein kvinnu um at neyðtaka 4 ára gamla son hennara. Nú fer mamman væntandi at játta, at hon hevur framt kynsligan ágang móti soninum.

Fýra ára gamli drongurin úr Charlottenlund varð fyri kynsligum ágangi frá mammu síni í tríggjar mánaðir. Mamman gjørdi seg inn á dreingin minst 20 ferðir frá 8. Juni til 10. September í fjør, eftir at føroyingurin eggjaði hana til at gera tað.

Sambært donsku løgregluni gjørdi mamman ymiskt við dreingin – ella fekk dreingin at gera ymiskt við seg - sum sambært ákæruvaldinum er brot á neyðtøkulógargreinina, skrivar Ritzau.

Nágreiniliga er talan um ákærur um neyðtøku av øðrum slagi enn kynsligum sambandi enn samlegu við barni undir 12 ár, umframt blóðskemd.

Kvinnan er eisini ákærd fyri at í minsta lagi tíggju ferðir at hava sett dreinginum út fyri viðferð, sum sambært ákæruvaldinum verður fata sum blygdanarskemd.

Í øllum førunum hendi ágangurin eftir at 42 ára gamli føroyingurin eggjaði kvinnuna til at gera tað umvegis kjatt.

Føroyingurin eggajaði eisini kvinnuna til at hava samlegu við dreingin. Hetta eydnaðist tó ikki “allarhelst orsaka av manglandi førleikunum hjá barninum”.

Løgreglan fer at biðja um rættarfund í málinum, tí at kvinnan væntandi fer at játta seg seka í málinum. Á hendan hátt gongur málið skjótari enn við dómsmannatingi ella nevningatingi, har nógv tíð verður nýtt til at prógva, at ákærdi er sekur.

Umframt kynsliga ágangin, er kvinnan ákærd fyri at hava tikið og givið víðari 59 pornografiskar myndir til føroyingin. Løgreglan fann 103 pornografiskar myndir og tvey sjónbond.

Løgreglan hevur enn ikki tikið støðu til hvussu 42 ára gamli føroyingurin skal ákærast. Tann avgerðin verður sambært ákæranum, Bente Schnack, tikin eftir játtanarsakina.

Rættarfundurin verður 8. mars.

Rættað: kl. 13:57