Danmark og Noreg í finaluni

Sverri Egholm

11.05.2017 - 22:15

Mentan > Mentan > Tónleikur

Trý norðurlond verða við, tá ið finalan í Eurovision verður skotin í gongd leygarkvøldið. Tað er greitt eftir aðru hálvfinaluna í kvøld, har bæði Danmark og Noreg sungu seg víðari.

Spenningur var undan hálvfinaluni í kvøld, tí í fyrru hálvfinaluni týsdagin var tað bara Svøríki, sum megnaði at koma víðari. Atkvøðurnar hjá Íslandi og Finnlandi rukku ikki til eitt finalupláss.

Men Evropa dámdi eftir øllum at døma tónarnar frá 21 ára gomlu australsku Anju Nissen, sum umboðar Danmark við sanginum “Where I Am” og JOWST úr Noreg við sanginum “Grab The Moment“.

Svenski Robin Bengtsson er favorittur at fara avstað við øllum, tá finalan verður leygarkvøldið klokkan 20 føroyska tíð.

Londini, sum vera í finaluni leygardagin eru hesi:
Moldova, Aserbajan, Grikkaland, Svøríki, Portugal, Pólland, Armenia, Australia, Kypros, Belgia, Bulgaria, Hvítarussland, Kroatia, Ungarn, Danmark, Ísrael, Rumenia, Noreg, Holland og Eysturríki